Stuttligt leikbrot úr “Søgur úr Krabburð”

Úrvalt leikbrot úr sjónleikinum “Søgur úr Krabburð” eftir Jens Paula Heinesen um ein hendingarríkan valfund í Krabburð við sjálvstýrismanninum Bartali á Heimabeiti, javnaðarmanninum Kaj Erik hjá Marini, fólkafloksmanninum Abraham, sambandsmanninum Tarnoviusi og tjóðveldismanninum Jensi Fjallatind.

Tað eru teir báðir Hans Tórgarð og Bárður Persson sum framføra hetta serstakliga skemtiliga leikbrotið.

Lurta eftir ljóðbókum á netinum

Hendan síðan er ein fyribils royndarsíða, sett upp ísv. Bókadagarnar 2018 og einans virkin, meðan Bókadagarnir eru.

Her ber til at lurta eftir nøkrum fáum ljóðbrotum (stuttsøgum og barnabókum o.ø.) fyri at geva eina hóming av, hvussu tað er at lurta eftir føroyskum ljóðbókum á netinum!

Ætlanin er at stovna ein rættiligan netmiðlapall fyri føroyskar ljóðbøkur, um so er, at játtan fæst til endamálið.