Ein verulig hetja

Søga fyri børn

“Skalt tú eitast at vera brandmaður?” sigur Regin við Eirik. “Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum.”
Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann svávulpinnar og setir eld á grasið. Tí hann ætlar at sløkkja tað við vatnslanguni. men so gongur alt púra galið!

Rithøvundur: Ingelin Røssland
Lesari: Jákup Dahl
Tíðin: 25 minuttir
Útgávuár: 2017

Mamma

Fyri 4 ár og eldri

Søga fyri børn. Mamman er alt ov tjúkk og bara etur og etur. Hon kann lukta ein pylsuvogn hundrað metrar burtur, men hon vil ikki eta gularøtur og verða kløn.

Rithøvundur: Kim Fupz Aakeson
Upplesari: Ria Tórgarð
Fløgur: 1
Tíð: 16 min.
Útgávuár: 2006

Lítla kavagentan

Fyri 5 ár og eldri

Pavel og Katarina vildu so fegin fingið eitt barn. Eina náttina um jóltíðir evnar Pavel eitt barn úr kava og í fyrsta morgunlýsinum verður kavagentan livandi.

Rithøvundur: Carolyn Croll
Upplesari: Kristina Hansen
Tíð: 10 min.
Útgávuár: 2006

Farvæl Harra Muffin

Søga fyri børn

Ein genta eigur ein hamstur, sum einaferð var ungur og sterkur. Hann eitur Harra Muffin. Nú er Harra Muffin gamal, móður og sjúkur og liggur fyri deyðanum.

Rithøvundur: Ulf Nilsson
Upplesari: Høgni Johansen
Tíð: 17 min.
Útgávuár: 2007

Tá eg var sjórænari

Søga fyri børn

Jákup uppdagar eitt sjórænaraskip, tá hann fer ein túr oman á strondina. Sjórænararnir ræna hann, tí hann dugir so væl at brúka ein spaka, og tað er umráðandi, tá skattakistan skal gravast niður.

Rithøvundar: Melinda Long og David Shannon
Lesari: Høgni Johansen
Tíðin: Uml. 10 min.
Útgávuár: 2006

Um svidnu pussifelluna og øvuta kúvingin

Fyri 3 ár og eldri

Um smágentuna Guðruna, sum er forvitin og droymandi. Á veg heim, fara Oscar og Guðrun inn í Reyðukiosk at keypa. Meðan Oscar prátar við eina konu, stendur knappliga ein lítil maður frammanfyri Guðruni. Maðurin er púra øvutur. Við honum fer Guðrun í øvutu verð.

Rithøvundur: Guðrun Gaard
Upplesari: Kristina Hansen
Tíð: 19 min.
Útgávuár: 2006

Torkils døtur

Fyri 8 ár og eldri:

Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum. Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju.

Rithøvundur: Sólrún Michelsen
Upplesari: Sólrún Michelsen
Tíð: umleið 30 minuttir
Útgávuár: 2014