Yrkingasavn við 38 yrkingum
Ljóðbókin “Gudahøvd” eftir Jóanes S. Nielsen er givin út í sambandi við, at bókin var í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018.
Bókin innihledur 38 yrkingar eftir Jóanes Nielsen og hevur 84 blaðsíður.
Jóanes Nielsen lesur sjálvur yrkingarnar.
Rannvá Holm Mortensen gjørdi kápumyndina.
Mentunargrunnur Studentafelagsins gav bókina út í 2017.
Ljóðbókatænastan gjørdi hana til ljóðbók í 2018.
Rithøvundur: Jóanes S. Nielsen
Lesari: Jóanes S. Nielsen
Tíðin fyri alla bókina: 1 tími 10 min.
Útgávuár: 2018
