Stuttsøgusavn við 10 søgum
Høvundurin Jens Pauli Heinesen hevur skrivað hóp av stuttsøgum. M.a. stuttsøgusavnið Rósa Maria, har tær fyrstu fimm søgurnar snúgva seg um gentuna Rósu Mariu og fólk kring hana.
Søgurnar eru sera fjølbroyttar. Tær fevna frá tí skemtiliga, tí satiriska, tí siðsøguliga, tí syrgiliga, tí sálarfrøðiliga og einum hópi av erotiskum søgum, ikki minst í hesum savninum, sum lýsir kærleikslívið, tað ediliga kenslulívið millum kynini uppá gott og ilt.
Rithøvundur: Jens Pauli Heinesen
Lesari: Elin Brimheim Heinesen
Tíðin tilsamans: 8 tímar 30 minuttir
Útgávuár: 2018
