Stuttsøgusavnið “Albert” við 15 søgum

Stuttsøgur fyri vaksin

Fimtan skemtiligar og samanhangandi søgur um tann stillføra bankamannin Albert og innara stríð hansara við at koma til sættis við sína alt annað enn samanhangandi ytru samtíð.

Í søgunum sleppa vit við Alberti til sálarfrøðing, á leiðsluskeið, niðan í fjøllini, til talvkapping, til bókaframløgu og mong onnur støð, og vit møta tolnu konu hansara, tí uppblásta sangaranum, tí barmføgru Tinu, tí reyðbeinta bókavørðinum og fleiri øðrum av skaparans undursomu skapningum.

Rithøvundur: Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Lesari: Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Tíð fyri allar søgurnar tilsamans: 2 tímar 45 min.
Útgávuár: 2018

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *